Vit eru ein fyritøka, sum veitir kt-tænastur.

Við høvuðsdenti á talgilding av mannagongdum saman við savnan, skipan og greining av dáta, vilja vit effektivisera mannagongdir og betra grundarlagið, okkara kundar byggja sína vitan og avgerðir á.

Vit hava báðir áratíggju langar royndir innan menning og umsiting av KT-skipanum. Okkara útbúgvingar og vinnuroyndir hava givið okkum nógvar royndir og holla vitan um, hvussu vit hjálpa okkara kundum.

Vit hava drúgvar royndir við dátabasumenning, dátugrunnum og menning annars við Microsoft tøkni.