.NET mennari

Vilt verða partur av Føroya kanska mest spennandi KT-verkætlan? 

Um ert ein royndur fullstack .NET mennari og trívist í einum agilum toymi, har uppgávurnar verða loystar í tøttum samstarvi við toymið og við stuttum tíðarfreistum, og hevur royndir við React, so er tað júst tær, vit hava tørv á til verkætlanina Kervi+ 

Um starvið 

verður partur av einum toymi við ráðgevum frá fleiri ymiskum fyritøkum, samstarva um verkætlanina. Uppgávurnar eru í mestan mun backend-menning, men tað kemur meira enn so fyri, at front-end uppgávur skulu loysast. 

Arbeiðsstaðurin er hjá Undirvísingarstýrinum í felags høli fyri mennararnar í verkætlanini. 

Høvuðsamboðini, vit brúka, eru .NET, EF core og React. 

Freist 

Freistin at søkja starvið er mánadagin 23. Januar 2023 

Hvørji eru vit? 

Prisma er ein lítil fyritøka, leggur dent á, at uppgávurnar verða loystar við atliti til tørvin hjá okkara kundum, og at okkara starvsfólk trívast í , tey gera. 

Vit bjóða 

fært eitt spennandi starv við avbjóðandi uppgávum og góðar setanartreytir. Lønin verður ásett eftir avtalu. 

Áhugaður? 

Send okkum eina umsókn og viðkomandi prógv á prisma@prisma.fo
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Hans Poulsen á tlf. 772722
 ella hp(at)prisma.fo