Í 2016 hava vit sæð eitt skifti til nýmótans Business Intelligence (BI) og greiningaramboð, har vit eru farin frá, at vitan er treytað av ovbyrjaðum KT-deildum og serfrøðingum, til at vitanin er tøk fyri ein og hvønn, sum vil greina data.
Í 2017 vænta vit, at nýmótans BI fer at verða raðfest ovarlaga innan allar vinnugreinir. Ikki bara tí at tað er áhugavert at vita so nógv sum gjørligt, men tí at tað verður alsamt meira avgerðandi fyri at standa seg í kappingini, bæði altjóða og innanlands.
Vit fara frá, at okkara vitan verður bygd á strangt kravfestar rapportir, til at vit kunnu samstarva og byggja á arbeiðið hjá hvørjum øðrum at greina og skilja data.
Í dag síggja vit, at amboð sum Tableau, Qlik og Microsoft BI amboð eru leiðandi innan vinnuna, tí júst hesi amboð lata uppgávuna at greina data í hendurnar á teimum, sum hava áhuga í data; tí er tað sjálvandi eisini væntandi, at hesir, umframt aðrar veitarar, fara at koma við betri amboðum í framtíðini.
Tað er sjálvandi eitt lítið “men” í hesum, men tað er ikki so stórt.
Tað krevst, at data er tøkt til hesar skipanir, og vanliga mannagongdin hevur verið, at neyðugt var at gera “talvur”, “views” osf. til at veita data, hvørjaferð nýggjar rapportir skuldu gerast.
Tað er broytt soleiðis, at data nú verður lagt í DataWareHouse, og greiningaramboðini hava so beinleiðis atgongd til alt tað data, tær hava brúk fyri.
Okkara visjón í Sp/f Prisma er, at føroyskar fyritøkur og stovnar fara at gagnnýta teirra data, so okkara avgerðir í so stóran mun sum gjørligt verða bygdar á ta vitan, vit hvør sær og í felag kunnu fáa atgongd til.
Sp/f Prisma hevur royndir við Tableau, Power BI, Data Warehouse og Microsoft tøkni annars, og okkara fyritøka stendur klár at hjálpa tær og tínari fyritøku ella stovni at verða betri.
Gleðilig jól og eydnuríkt nýggjár
Sp/f Prisma
Keldur:
http://blogs.gartner.com/rita-sallam/2016/07/22/modernize-using-bi-analytics-magic-quadrant/